2022 er fyrsta árið, tá ið 07 Vestur er umboðað bæði í bestu og næstbestu deildini.
Higartil hevur næstbesta liðið drigið svart, men í kvøld gekk betur. 07 Vestur var á vitjan í høvuðsstaðnum hjá Undrið FF, sum eigur heimavøll í Hoyvík, nú liðið fyri fyrstu ferð royndir seg í næstbestu deildini.
Úrslitið í kvøld var 1-1, og harvið hevur næstbesta liðið hjá 07 Vestur vunnið fyrsta stigið í 1. deild.
Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, og tað vóru gestirnir, sum skoraðu bæði málini. 07 Vestur gjørdi sjálvmál átta minuttir eftir steðgin, og átta minuttir seinni var 1-1. Tað málið skoraði Ari Dahl-Olsen, sum fyri fyrstu ferð skoraði í næstbestu deildini.
07 Vestur, sum er aftast við einum stigi, fær leygardagin vitjan av NSÍ, sum er næstaftast.
Undrið FF er á sætta plássi við átta stigum. Undrið FF fer fríggjadagin at spæla á útivølli ímóti B36, sum er á áttanda plássi við seks stigum.