07 Vestur hevur brúkt flest leikarar

07 Vestur er higartil tað liðið í Betri-deildini, sum hevur brúkt flest leikarar í kappingarárinum

Sunnudagin var 9.umfar leikt í Betri-deildini hjá monnum, sum merkir at fyrsti triðingurin av kappingini nú er liðugt spældur. Kappingin hevur tikið nøkunlunda skap soleiðis sum væntað var frammanundan.

 

Í sambandi við at fyrsti triðingurin er liðugt spældur, ber til at finna áhugaverd hagtøl. Millum annað um, hvørji lið hava nýtt flest leikarar og hvørj lið hava nýtt fægst leikarar. Í kappingini higartil eru Suðringar – TB/FCS/Royn – tað liðið, ið hevur brúkt fægst leikarar. Higartil hevur venjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl, nýtt 16 spælarar hetta kappingarárið.

 

Tað felagið sum higartil hevur nýtt flest leikarar er 07 Vestur. Hjá 07 Vestur hava 22 ymiskir leikarar verið á vøllinum higartil hetta kappingarárið, og er tað tað hægsta talið av leikarum, sum nakað felag higartil hevur nýtt.

 

Býti av hvussu feløgini hava nýtt leikararnar higartil í kappingini sær soleiðis út:

HB: brúkt 18 leikarar

B36: brúkt 20 leikarar

KÍ: brúkt 20 leikarar

Víkingur: brúkt 19 leikarar

NSÍ: brúkt 17 leikarar

Skála: brúkt 19 leikarar

EB/Streymur: brúkt 18 leikarar

TB/FCS/Royn: brúkt 16 leikarar

AB: brúkt 19 leikarar

07 Vestur: brúkt 22 leikarar

 

Kelda: FaroeSoccer