Komandi hálvu aðru vikuna verður kappingin um Løgmanssteypið avgreidd. Fjórðingsfinalurnar verða mikukvøldið, og hálvfinalurnar verða um vikuskiftið. Leygardagin 5. desembur steypafinalan.
Størsta favorittin í fjórðingsfinalunum finna vit á Dungasandi, har 07 Vestur ger klárt til eitt kappingarár í bestu deildini. Mótstøðan er ovurhondsstór. HB er FM vinnari og liðið er væl fyri og spælir í høgari leikferð, sum ikki passar væl til eitt lið, ið hevur spælt í 1.deild hetta kappingarárið.
HB hevur flestu av sínum monnum tøkar. Samuel J. Chukwudi er farin til Danmarkar at venja við Vejle BK. Hann skal seinni til Viborg at venja. Mikkel Frankoch hevur framvegis trupulleikar í fótinum og spælir ikki aftur í ár.
HB er væl fyri og kann leggja høgtrýst við nógvari ferð. Tað kemur at passar 07 Vestur illa. Uppflytarnir hava ikki verið sannførandi í 1.deild, men tóku eitt gott hál í seinnu hálvu. Liðið hevur nakrar profilar, sum tó ikki kunnu mátast við spælararnar hjá HB.
##med2##
Størstur av teimum er kanska 39 ára gamli Tór-Ingar Akselsen, sum framvegis hevur eitt framúr eyga fyri spælinum. Og teknikkurin er lítið verri, enn tá Tór-Ingar spældið við HB í trimum førum í 2000 árunum. Tað verður tó ringt, at fáa hetta at rigga eins væl í hesum dystinum, sum tað hevur gjørt til tíðir í 1.deild.
Tað kom illa við hjá 07 Vestur, tá Gilli Samuelsen fekk álvarsligan skaða. Hann hevur ikki spælt síðani. Hetta verður ein spurningur um at yvirliva hjá 07 Vestur. HB er stórfavorittur og tað er nokk mest ein spurningur um hvussu nógv. Hinvegin, so er hetta eisini ein frálíkur møguleiki hjá Heðini Askham, venjara, spælarunum og nevndini hjá 07 Vestur at royna seg móti yvirleggjaranum í føroyskum fótbólti.
Løgmanssteypið 2020 – fjórðingsfinalur:
Mikudagin:
Víkingur-TB (klokkan 17) Beinleiðis á FM1
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ-Skála (klokkan 19) Beinleiðis á FM1
Dómari: Kári á Høvdanum
B36-AB (klokkan 19) Beinleiðis á FM1
Dómari: Alex Troleis
07 Vestur-HB (klokkan 19) Beinleiðis á FM1
Dómari: Rúni Gaardbo