Tað var ein lítil kvøkkur fyri vágafólk, tá ið Víkingur longu eftir fimm minuttir legði seg á odda í Sørvági. Men skjótt vendi tað, og 07 Vestur staðfesti sítt uppflytingarpláss við trivaligum 8-2 sigri. Hálvleiksleiðslan var 3-1.
Tór-Ingar Akselsen og Jens Erik Rasmussen skoraðu tvey mál í part, og hini 07 Vestur málini skoraðu Jovan Panic, Sjúrður Ellefsen, Jógvan Holm og Jón Nielsen.