Øll kenna vit tað frá rokningini, at tað ræður um at finna felagsnevnarin. Men um hugt verður at seks útvaldum dystum í Vodafonedeildini, sum eru úr trimum teimum síðstu umførunum og fevna um somu fýra liðini, kann tað vera eitt sindur torført: ÍF-B71 1-2, NSÍ-07 Vestur 9-0, NSÍ-ÍF 1-1, 07 Vestur-B71 2-0, B71-NSÍ 1-6 og ÍF-07 Vestur 1-2.
Nei, felagsnevnarin er kanska ikki lættur at finna, men mynstrið fornoktar seg ikki, tí ÍF sær út til at standa seg væl ímóti betru liðunum, men ikki ímóti teimum lægru. Stigatalvan lýgur ikki, tí hon fortelur okkum, at 07 Vestur og B71 eru tey niðastu liðini – enntá við syndarligari málúrtøku. Men kortini megnar ÍF bara at skora eitt mál ímóti hvørjum av botnliðunum og tapa fyri teimum.
Ei undir í, at ÍF-venjarin, Abraham Løkin, eftir dystin mánakvøldið staðfesti, at fuglfirðingar nú mugu hyggja niðureftir, heldur enn uppeftir: – Vit skulu gloyma alt um at hyggja uppeftir, men royna at fáa tey stigini, vit kunnu, og so royna at vinna tey bestu liðini. Í næsta triðingi av kappingini mugu vit so taka tey niðaru liðini eisini, segði hann.
Ikki nokk at javna
Dysturin í Fuglafirði var linligur tað mesta av fyrra hálvleiki, og tað sást, at 07 Vestur var komið til Fuglafjarðar eftir einum stigi. Tað útgangsstøðið bøttist kortini munandi stutt fyri hálvleik, tá Badara Diedhiou mitt fyri sendi bóltin út í vinstru til Clayton Soares, sum kom inn í ÍF-brotsteigin og trygt kundi leggja gestirnar á odda 1-0.
Hetta legði enn meira trýst á ÍF, sum eisini royndi í seinna hálvleiki. 07 Vestur hevði tó tamarhald á tí mesta, sjálvt um bæði Bogi Løkin og Nenad Saric við skotroyndum raktu ávikavist yvirliggjara og stong. Fuglfirðingar sóu alsamt meira uppgevandi út á vøllinum, men tríggjar minuttir fyri tíð brast fyri nev hjá Saric, tá hann úr 15 metrum smekkaði bóltin í málið til 1-1.
Nú stóð á jøvnum, men minuttin eftir gjørdist tað í staðin 07 Vestur, sum fór við øllum. Jovan Radinovic-Panic spældi í einum mótálopi Eli Falkvard Nielsen púra leysan, og hóast tveir ÍF-arar vóru skjótir á honum, fekk hann mestsum skrúvað bóltin í málið, so 07 Vestur vann 2-1.
– Í dag var tað stong inn hjá okkum, men vit hava gott fólk og trúgva á, at vit kunnu vinna á øllum. Vit kunnu saktans klára okkum og halda okkum uppi og enntá fara á Summarfestivalin, staðfesti Tór-Ingar Akselsen, sum sipaði til, at ÍF og 07 Vestur eisini skulu spæla tvær hálvfinalur í steypakappingini – ta fyrru í Fuglafirði longu í annaðkvøld…










