07 Vestur er undir trýsti

Um tað skal vera nøkur vón um at sleppa undan niðurflyting, so skal TB vinna í Sørvági í dag

Sunnudagin tapti 07 Vestur 5-0 í Gundadali ímóti HB, og nú er vágaliðið næstniðast.

 

Í Vágum iðra teir seg yvir, at tapið ímóti greipuvinnarunum varð so stórt, tí tað lá ikki í kortunum, inntil fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

 

-At dómarin bríkslaði fyri frísparki til HB, meðan vit á egnari hálvu riggaðu til at taka innkast, kostaði 2-0 málið. Okkara vóru av góðum grundum ógvuliga misnøgdir við hesa avgerðina hjá dómaranum, og tá ið so Høgni Egilstoft Nielsen varð útvístur, skrædnaði tað, staðfesti 07 Vestur venjarin Magnus Powell.

 

Enn hevur vágaliðið ikki vunnið, síðani nýggi venjarin tók við. Síðsti 07 Vestur sigurin varð vunnin 14. juni, tá ið tað á heimavølli ímóti ÍF endaði 1-0.

 

Høgni Egilstoft Nielsen er leikbannaður eftir reyða kortið í Gundadali.

 

Hýrurin í TB er einki serligur. 1-0 tapið mánadagin á heimavølli ímóti B68 og tvey stig á kontuni eftir 15 dystir ber við sær, at TB fer at flyta niður. Um talan skal verða um bjargingarroynd, so er fyrsta treytin, at tað fer at eydnast at vinna fulla úrtøku sunnudagin í Sørvági.

 

Aron Sørensen er leikbannaður, og Ndende Adama Guéye er tøkur aftur eftir leikbann. Einar Thorsteinsson hevur verið so mikið skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið á vøllinum síðani 16. mai, tá ið TB tapti 1-0 á útivølli ímóti Víkingi.

 

Á summarmála vann 07 Vestur 4-2 í Trongisvági.