07 Vestur er navnið

Umleið 30 uppskot komu inn, tá FS Vágar skuldi hava nýtt navn. Sjálvt navnið, FS Vágar, fór í søguna, tá samstarvið millum MB og SÍF slitnaði. Í fjør varð navnið FSV04 nýtt, men formliga var tað tá bert SÍF, sum stóð fyri felagnum. Nú er SÍ knýtt afturat samstarvinum, og fyri at geva felagnum nýggjan samleika, varð navnakapping skrivað út. Hendan endaði so við, at 07 Vestur verður nýggja navnið hjá felagnum. Á heimasíðuni, sum tó enn ber navnið www.fsvagar.fo, verður sagt, at ætlanin nú er at skriva út búmerkjakapping, soleiðis at talan eisini verður um nýggjan grafiskan samleika.