Á Dungasandi í Sørvági var í kvøld lyklauppgerð í stríðnum at vinna uppflyting úr næstbestu og í bestu deildina.
07 Vestur hevði vitjan av B68, og heimaliðið vann 2-0. Hálvleiksstøðan var 1-0.
Miðverjin, 17 ára gamli Eiler Fróðason, setti hol á, tá ið ein hálvur tími var farin. Tað var eftir, at tað við hornasparki varð lagt innfyri.
2-0 sigurin varð staðfestur í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Málskjútti var 17 ára gamli Marjus Egilstoft Nielsen. Hetta var bara aðruferð, at hann var á besta liðnum hjá 07 Vestur. Fyrra ferðin var, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, varð skiftur inn, tá ið 07 Vestur 18. september vann 2-0 í Klaksvík.
Í kvøld var Marjus Egistoft Nielsen settur á vøllin í 90. Minutti, og tveir minuttir seinni staðfesti hann heimasigurin. Upplegginum stóð Zoran Vujovic fyri. Hann varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt stórt korter.
Úrslitið ber við sær, at nú hevur 07 Vestur bestu kortini á hondini at vinna beinleiðis uppflyting. 07 Vestur hevur 33 stig, og B68 hevur 34 stig. 07 Vestur hevur spælt 20 dystir, og B68 hevur spælt 21 dystir.
Hesi bæði liðini hittast longu aftur annan leygardag. Tá verður tað á Svangaskarði, og tá kann tað fara at verða sonn finala um at vinna plássið, sum heilt víst fer at bera uppflyting við sær.
Tølini siga, at 07 Vestur hevði tvey hornaspørk, og at B68 hevði fimm hornaspørk.
07 Vestur hevði fýra royndir á B68 málið, og B68 hevði seks royndir á 07 Vestur málið.
07 Vestur hevði tríggjar stórar málmøguleikar, og B68 hevi fimm stórar málmøguleikar.











