Jovan Panic og Acu Pandurovic, sum fyrr í summar skrivaðu sáttmála við 07 Vestur, vóru ikki á vøllinum í Fuglafirði um vikuskiftið. Orsøkin er, at pappírini framvegis ikki komin upp á pláss. Serbarnir vóru tískil millum áskoðararnar í gjár. Í Sørvági verður vónað, at miðvallararnir verða við, tá KÍ vitjar komandi vikuskiftið.