07 Vestur avgjørdi beinanvegin

Tveir dystir í næstbestu fótbóltsdeildini vóru leygardagin

Niðurflytararnir í 07Vestur løgdu bragdliga fyri, tá ið teir í Sandavági leygardagin høvdu vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ. Úrslitið var 2-0, og longu eftir stórt korter vóru bæði málini skorað.

Fyrra málið skoraði Jákup S. Olsen, tá ið bara nøkur sekund vóru farin, og seinna malið skoraði Sjúrður Ellefsen í 17. minutti. Fyrra málið varð skorað eftir innlegg úr høgru, og í seinna førinum var uppskriftin nett tann sama.

Í Leirvík vóru klaksvíkingar óhepnir at gera sjálvmál , men undan staðginum høvdu teir svarað aftur og lagt seg framum 2-1. Tá ið tað restaði eitt korter javnaði heimaliðið til 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Tríggir dystir eru snnudagin: B36-AB, FC Suðuroy-EB/Streymur og HB-TB.

 

Víkingut-KÍ 2-2 (1-2)

1-0: sjálvmál 13.

1-1: Henry Heinesen 38.

1-2: Lindi Gardar 45.

2-2: Svein Justinussen 75.

 

07Vestur-NSÍ 2-0 (2-0)

1-0: Jákup S. Olsen 1.

2-0: Sjúrður Ellefsen 17.