Millum gestirnar í fótbóltspanelinum hjá Rás2 í dag var Jóhan á Mýrini, sum er millum teir, sum arbeiðir við at fáa mannað og styrkt besta liðið hjá 07 Vestur til komandi kappingarár.
Sigast má, at umframt spælararnar, sum eru vaksnir upp í felagnum, so hava Jóhan á Mýrini og teir havt eina hepna hond at styrkja um hópin hjá 07 Vestur. Tór-Ingar Akselsen er byrjaður at venja aftur, svenski framherjin, Ken Fagerberg styrkir munandi um liðið, og nú verður eisini brasilskur styrkur í 07 Vestur.
Talan er um 28 ára gamla brasilska miðvallaran Thiago Pinto Borges, sum hevur spælt við eitt nú Esbjerg fB, FC Vestsjælland og svenska Trelleborgs FF. Heimasíðan hjá 07 Vestur skrivar, Thiago Pinto Borges verður lýstur sum ein skjótur, tekniskur og arbeiðssamur miðvallari við nógvum dynamikki.
Jóhan á Mýrini sigur, at siktið hjá teimum í 07 Vestur er at varðveita plássið í effodeildini fyrsta árið, og so satsa hægri við tíðini. Í 07 Vestur verður arbeitt langsiktað, staðfestir hann.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jóhan á Mýrini í fótbóltspanelinum á Rás2.










