Tað var undirhald fyri allar pengarnar, tá ið 07 Vestur og HB í dag spældu í Gundadali. Gestirnir eru á veg vestur í Vágar við trimum stigum, tí teir vunnu 2-1. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki.
Jóan Petur á Stongum setti hol á fyri 07 Vestur longu í 4. minutti. Hann royndi seg úr einum 23 metrum, og Marcin David styrkti í hesum føri neyvan um sína støðu í kappingini við Trónd Vatnhamar um plássið millum stólparnar á Formula liðnum hjá HB.
Í 27. minutti javnaði Emil Nolsøe Leifsson, eftir at dømt varð fyri hands.
Í yvirtíðini í 1. hálvleiki skoraði Jóan Petur á Stongum sigursmálið fyri 07 Vestur. Eftir innlegg úr vinstru og nakrar ferðir aftur og fram setti hann úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið.
Í 2. hálvleiki var leikferðin framvegis høg, og málmøguleikar vóru báðar vegir. Einki mál varð skorað, men tvær ferðir var reyða kortið á lofti.
Emil Nolsøe Leifsson hjá HB sá reytt í 75. minutti, eftir at hann fyri aðru ferð hevði sæð gult, og sjey minuttir seinni varð Sjúrður Ellefsen hjá 07 Vestur vístur av vølli fyri takling, sum dómarin mundi meta at vera fyrilitaleysa.