Leygarkvøldið verður eitt slag av superbólki at hoyra í Tvøroyrar Klubba, nevniliga 005 005 er bólkur, sum er settur saman av royndastu tónleikarunum, ið eru sunnanfjørðs, ella hava samband suðureftir. Allir hava áralangar royndir á palli og innan tónleikin.
Samanrenningin til 005 er tí greitt ein sameining, ið kann spæla bæði nýtt og gott gamalt. Og tað ger bólkurin eisini. Har er bæði gott gamalt, og so tað, ið er frammi beint nú, at hoyra.
Hesir manna bólkin: Hjalmar Magnussen, guitar, sang. Neil Joensen, guitar, kór. Dagfinn Olsen, bass, kór. Knút H. Nielsen, tangentar. Rúni Johannesen, trummur.