005 í TB Húsinum

Í kvøld fara royndir tónleikarar á pall í TB Húsinum. Bólkurin 005 er samanseting av garvaðum tónleikarum í Suðuroynni. Állir eru kendir og virknir í øðrum høpi, og av tí sama er bólkurin ikki at hoyra á hvørjum degi.

Men í kvøld fer bólkurin á pall í TB Húsinum, og sum vant, so spælir bólkurin gott gamalt, og tað nýggjasta nýggja.