Randi í Jógvanstovu
Leirvík
So nógv leggur hann, Bjarni Djurholm, í okkum leirvíkingar.
Vit og framtíð okkara her hava ikki tað minsta at siga fyri honum.
Tað hevur hann prógvað nú. Skriv er nú sent út til løgtingsmenn, har hann mælir til at ein 80-km/t vegur, teknaður av Landsverki, verður lagdur ígjøgnum Leirvík.
Snildisliga er hann lagdur, hesin vegurin, gjøgnum fleiri øki, sum eru friðað, m. a. Limmulund. Hann veit væl, at friðingarmyndugleikarnir fara at mótmæla. So verður vegurin fluttur longur oman móti bygdini. Tá verður tað ikki hann sjálvur, sum er hin seki, ið hevur lagt vegin ígjøgnum besta byggilendið í Leirvík. Snilt, ha?
Hann kundi bara sagt sum er, at hann vil sk... á, hvat vit meina her í Leirvík og framtíð okkara.