0-hugsjón við klippikorti

Frá 1. Januar 2008 verður nýggj skipan sett í verk, sonevnda klippikort skipanin. Hetta er eitt hent amboð í stríðnum móti endurtøkusyndarum í ferðsluni Á tíðindafundi í morgun varð løgd fram nýggja ferðslulógin, sum inniheldur sonevndu klippikortskipanina.

Hetta er ein skipan, ið serliga vendir sær ímóti bilførarum, sum ferð eftir ferð fremja álvarssom brot á ferðslulógina. Eisini styðjar skipanin undir 0-hugsjónina, tí hon víðkar revsiskipanina, og gevur løgregluni eitt kort á hondina aftrat. Talan verður sostatt ikki um at nøkur revsing fellur burtur, men hinvegin kemur meiri aftrat.

Tað nýggja í skipanini er, at nú verður hvørt ferðslubrotið skásett hjá løgregluni, og tá ein bilførari hevur fingið tríggjar skrásetingar ? ella klipp, sum tað verður nevnt ? innan fyri trý ár, verður hann frádømdur koyrikortið treytað.

Er talan um nýggjar bilførarar, verða bert tvey klipp givin, áðrenn tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.

Sett er inn í lógna ein rúgva av ferðslubrotum, sum framman undan bert góvu bøtur, men sum nú eisini geva klipp í kortið. Hetta er alt ætlað fyri at fólk skulu hugsa seg serliga væl um, tá tey hava fingið eitt ella tvey klipp, tí tá vita tey, at eitt klipp aftrat kostar treytaða frádøming av koyrikortinum.

Somu skipanir hava verið nýttar í londunum uttan um okkum í eitt áramál, og har hava tey havt góðar royndir, so hetta gevur eisini Akstovuni, fútaqnum og løgregluni vónir um, at skipanin eisini her heima hjá okkum fer at verða til stóran bata í ferðsluni.