0-hugsjón, lóggáva og Paulus

   

Hans J. Hermansen

??????
Fyri stuttari tíð síðan stóð grein í bløðunum um, at ferðin skal niður, tí ov nógv ferðsluóhøpp henda. Víst verður m.a. á, hvussu lítið vit vinna millum tvey støð, hóast ferðin verður økt, men vandin fyri vanlukku gerst størri. Einki er at ivast í, at so er.
Nakrar dagar seinri lesa vit, at nú eru ferðslutølini batnað nógv í Føroyum samanborin við tøl úr londunum uttan um okkum. Hetta er bara at fegnast um og er kanska tekin um, at tey átøk og tilráðingar, sum RFF, almenni myndugleikin, frálæran og annað viðvíkjandi ferðslu síggjast aftur.
Samfelagið og okkara samtíð rópa hart um, at vit skulu vera virkin, effektiv, og at vit skulu raðfesta rætt. Stundir eru ikki til at steðga á eitt bil og líta aftur um bak, men bara fara stunandi frameftir. Tað, ið hevur ongan ella lítlan týðning fyri okkara tilveru, eiga vit bara at lata fara aftur við borðinum.
Her haldi eg, at Paulus kundi lært okkum nógv. Í strembanini eftir at bøta um ferðsluviðurskiftini, lóggeva vit soleiðis, at tey, ið verða steðgað í ferðsluni, eru vanligir borgarar, ið eru sjáldan uppi í ferðsluvanlukkum, men tey, ið eru tann stóri vandin fyri trygd-ini, har álvarsligar vanlukkur henda, sleppa undan, tí soleiðis er lóggávan. Soleiðis tykist lóggáva vera yvirhøvur. Skal nakað broytast, verður tað gjørt soleiðis, at tú fært fleiri fyri. Meskarnir verða bara smærri, og alt verður tikið ? uttan teir stóru fiskarnir.
Løgreglan, sum er sett at umsita lógina, raðfestir óivað samsvarandi. Lóg-gávuvaldið áleggur henni fleiri og størri uppgávur. Men eg haldi, at vit øll í øllum samfelagsviðurskiftum áttu at lurtað eftir Paulusi og lóggivið soleiðis, at virkni og raðfesting komu til sín rætt. Tá hevði úrslitið av lóggávu og eftirliti verið betri, og trygdin hevði batnað munandi.
Hvat sigur so Paulus? Jú, í fyrra brævi sínum til Timoteusar sigur hann í fyrsta kapitli, ørindini 7-11: "? við tað, at teir vilja vera lóglærarar, men ikki skilja, hvørki hvat teir siga ella hvat teir tala so ráðisliga um. Men vit vita, at lógin er góð, um einhvør nýtir hana á lógligan hátt, og hann veit, at lógin er ikki ætlað rættvísum manni, men lógloysingum og tvørlyntum, guðleysum og syndarum, vanheilagum og óreinum, faðirmorðarum og móðurmorðarum, manndráparum?".
Hetta áttu okkara lógarsmiðir at havt í huga, tá ið teir smíða lógir. Stríðið at steðga einum evarska lítlum parti av borgarum, ið eiga flestu og álvarsligastu óhøppini, rakar tey lítið seku ella óseku meinast. Her kundu effektivitetur, raðfesting og Paulus lært okkum eitthvørt og givið ynskta úrslitið. Í øllum lógarsmíði áttu okkara lógarsmiðir at havt orð Paulusar í huga.