0-5 er antiklimaks

Rás 2: A-landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen, heldur ikki at 0-5 tapið var í tráð við avrikið hjá føroysku kvinnunum móti Íslandi

Føroyska kvinnulandsliðið spældi í dag landsdyst á Tórsvølli móti Íslandi, sum Ísland vann 5-0 at enda. 0-5 tapið var tó ikki heilt í tráð við leikgongdina, tí seinastu minuttirnar av dystinum, eydnaðist tað Íslandi at skora tvær ferðir, soleiðis at úrslitið endaði 0-5, ístaðinfyri 0-3, sum hevði sæð væl betri út á pappírinum.

 

Tróndur Arge fekk eftir dystin orðið á føroyska venjaran, Pætur Smith Clementsen. Pætur Smith Clementsen greiddi frá, at talan var um besta avrikið hjá føroyska kvinnulandsliðnum í HM-undankappingini higartil, og at 0-5 úrslitið var eitt antiklimaks í mun til avrikið hjá kvinnunum.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðua sum Tróndur Arge gjørdi við Pætur Smith Clementsen.