Hesar garparnar hittu vit fyri løtu síðani á Kafé Vágsbotn, har teir royndu at hita og smyrja sær stemmubondini, so rópini verða sum harðast í kvøld.
Hóast lagið var gott, so vóru teir heldur ójavnir á máli um, hvussu tað spælir av á Tórsvølli í kvøld.
- Eg vænti at tað verður sera trupult, at og dysturin endar málleysur, segði ein teirra, men hann varð tó skjótt tikin av ræði.
- Tvætl í teg. Vit vinna minst 11-0! ljóðaðu kontraboðini.